HVT logo

Verkætlanarstjóri

Vit sóknast eftir einum royndum og motiveraðum verkætlanarstjóra til eitt nýtt og spennandi starv hjá HVT.
Hevur tú hug til eitt spennandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning, sum leggur dent á yrkisføri og góðsku, so er hetta møguliga nakað fyri teg.

Fyritøkan

HVT er ein spennandi fyritøka í menning við eginproduktión innanfyri jørð, kloak, betong og timbur. HVT fæst í størstan mun við menning, stýring og bygging av heildarveitingum innanfyri vinnu-,handil-, skrivistovu- og íbúðarbygging. Kjarnan hjá HVT er menning, veitan og neyv byggistýring av meðalstórum og stórum verkætlanum.
HVT hevur í dag uml 85 dugnalig starvsfólk
Fyritøkan hevur eina spennandi tíð fyri framman við nógvum verkætlanum.
Tú kanst lesa meir um HVT við at vitja heimasíðuna www.hvt.fo ella á Facebook: HVT

Starvið

Sum Verkætlanarstjóri, verður tín fyrsta uppgáva, at hava ábyrgdina av at gjøgnumføra eina stóra verkætlan í Miðbýnum í Tórshavn. Talan er bæði um handils- og íbúðarbygging.
Í tøttum samstarvi við projekt/enterprisuleiðarar og formenn, skalt tú tryggja, at verkætlanin verður framd í verki, innanfyri givnu rammur og avtalur.
Høvuðsuppgávurnar verða hesar:

Verkætlanarstjórin vísir til stjóran.

Førleikar og royndir

Tað er avgerandi, at tú sum komandi Verkætlanarstjóri, hevur drúgvar royndir frá líknandi størvum.
Útbúgvingin er ikki altavgerandi, men vit hugsað okkum, at tú ert útbúgvin verkfrøðingur,
byggifrøðingur ella líknandi.
Sum persónur ert tú:

Løn

HVT bjóðar tí rætta eina góða og kappingarføra løn, við góðum møguleikum at menna seg, bæði persónliga og fakliga.
Nýggi verkætlanarstjórin byrjaðar í starvinum í seinasta lagi tann, 01.01.2023
Tað er eingin umsóknarfreist, men miðja verður í móti at seta starvið skjótast gjørligt.
Vilt tú hoyra næri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Petersen, stjóra tlf 290026 ella Frans O. Høyer, rekruteringskonsulent á tlf. +45 2091 5400